Heimsins størsta reiðarí, Maersk Line, fer nú undir umfatandi sparitiltøk. Felagið metir nevniliga, at útlitini fyri vinnuna eru so mikið vánalig, at neyðugt er við stórum broytingum. Tað skrivar tíðindastovan Ritzau.
Tað inniber, at reiðaríið við endan av 2017 skal niðurleggja 4.000 arbeiðspláss, meðan 250 milliónir krónur skulu sparast í sølu- og umsitingarkostnaði.
Ætlanin er tó, at í minst møguligan mun at siga fólk úr starvi, men heldur minka um starvsfólkahópin við natúrligum fráferðum.
Reiðaríið hevði eisini møguleika at keypa átta nýggj farmaskip, men hevur valt ikki at nýta hendan møguleikan.