Maersk ger risa útbygging í Norðsjónum

Maersk Oil stendur á odda fyri størstu íløgu í Norðsjónum nakrantíð

Maersk Oil ger nú stóra nýbygging í sonevnda Tyra olju- og gassøkinum í Norðsjónum. Uppafturbyggingin í Tyra fer at kosta umleið 21 milliardir krónur, og tað er størsta einstaka íløgan í Norðsjónum nakrantíð.


Jyllands-Posturin skrivar, at Maersk Oil stendur fyri arbeiðnum vegna Dansk Undergrunds Constotium (DUC), har fleiri aljtóða fyritøkur luttaka.

– Tyra hevur verið týdningarmesta aktivið í søguni hjá Maersk Oil, og økið hevur alstóran týdning fyri veitingartrygdina av brennievni til danska samfelagið. Tá ið vit eru liðug við byggingina í 2022, fer framleiðslan úr Tyra einsamøll at kunna nøkta danska gassbrúkið í 10 ár fram, sigur Gretchen Watkins, stjóri í Maersk Oil, við Jyllands-Posten.

Avbjóðingin við framleiðsluni í Tyra økinum er, at havbotnurin er fallin einar fimm metrar síðani 1984, og tí er neyðugt at gera alla framleiðslutøknina av nýggjum. Hendan ætlan er góðkend av danska orkumálaráðnum, og hon byrjar í 2019.

– Eg eri fegin um, at vit nú hava tikið endaliga avgerð um gera hesa íløguna í Tyra, tí hon fer at fáa stóran týdning fyri danska samfelagiðbæði tá tað kemur til arbeiðspláss og skattainntøkur, sigur Birgitta Jacobsen, stjóri í Norðsjóvargrunninum, við Jyllands-Posten.

Fram til 2015 hevði framleiðslan í Tyra givið danska statinum inntøkur á 415 milliardir krónur.