UPPFINNARI: Fyri níggju árum síðani varð Kaj Joensen troyttur av trupulleikanum við spillolju í vatninum umborð á tí skipi, hann sigldi við tá, og valdi at gera nakað við tað.
Hann setti seg at hugsa um trupulleikan, og fann skjótt eina loysn. Hann framleiddi eina maskinu, sum tekur olju av yvirflatuni av vatni.
Hendan maskinan varð so mikið effektiv og vælumtókt, at hann síðani fekk ein fyrispurning frá Mærsk Supplier um at gera eina roynd at loysa ein annan trupulleika, á sama øki, og í dag hevur Mærsk Suppliers biði um hendan vaccum kókara, sum tekur vatn úr olju, til øll teirra skip.
-Les eisini um Hera Schwartz Joensen, sum hevur uppfunnið ein hitavekslara til spillvatn.
Kaj Joensen heldur, at framtíðin hjá fyritøkuni Faroe Maritim Technic er bjørt, men íleggjarar gera av hvussu skjótt fyritøkan kann vaksa.
- Vit hava tvær maskinur, sum loysa ein trupulleika, sum eingin annar í heiminum kann loysa á hendan hátt. Tí fer fyritøkan uttan iva at vaksa, sigur Kaj Joensen.
Fyritøkan er enn lítil, tí Kaj Joensen ger prototypurnar til maskinurnar og heldur eftirlit við, at alt riggar sum tað skal, meðan Tangavirkið í Vági framleiðir tær umbidnu maskinurnar.
- Hóast mín fyritøka enn er lítil, so skapar hon virksemi og arbeiði í Vági, og tað er altíð stuttligt. Men vónandi kann tað gerast enn meir í framtíðini, sigur Kaj Joensen.
Kaj hevur patent uppá maskinuna, sum tekur olju av yvirflatuni av vatni, og hann hevur søkt um patent uppá vaccum kókaran, og væntandi kemur hetta ígjøgnum skjótt.
Kaj hevði vónað, at fyritøkan kundi vaksa seg størri skjótari, men hann er sannførdur um, at framtíðin er bjørt, tí í Vági kunnu tey saman loysa trupulleikar, sum heimsmarknaður hevur í dag, tá ið umræður spillolju umborð á skipum.