A.P. Møller hevur lagt 400 milliónir krónur í flogfelagið Maersk Air. Tað skal enn einaferð steðgað gitingunum um, at A.P. Møller ætlar at niðurleggja flogfelagið.
Maersk Air hevur seinnu tíðina verið í rættiligari trongstøðu fíggjarliga. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá felagnum, sum umframt vanlig ferðafók eisini hevur mist stórar charterkundar sum eitt nú Star Tours, ið brúkti Maersk Air til at flúgva gestir sínar suðureftir.
Maersk Air hevur tvey tey seinstu árini havt eitt samlað hall upp á 638 milliónir krónur, og sum útlitini eru í løtuni, er mest líkt til, at tað aftur í ár verður hall á roknskapinum hjá felagnum.
Fyrr í ár setti A.P. Møller aðrar 300 milliónir í flogfelagið, so samlaða innskotið í ár er upp á heilar 700 miliónir krónur.
Nógvar gitingar hava veið frammi um, at A.P. Møller er í ferð við at sleppa sær av við flogfelagið. Men líka ofta, sum hesi tíðindi eru farin at ganga, hevur leiðslan í Maersk Air avsannað tey.
Nýggjur stjóri
Tann 1. november tók stjórin í grønlendska flogfelagnum Air Greenland, Finn Øelund, við starvi í Maersk Air, og á nýggjárinum loysir hann Flemming Ipsen av sum forstjóra. Finn Øelund hevur eisini fleiri ferðir í danskari pressu lagt eina við, at hann er ikki settur at taka Mersk Air av, men at fáa felagið aftur á flog. Og við teimum nógvu pengunum, sum A.P. Møller nú brúkar upp á flogfelagið, er ymiskt, sum bendir á, at so er.
Hr. Møller, sum gamli leiðarin í fyritøkuni, Mærsk McKinney Møller, dagliga verður nevndur, er annars kendur fyri at kappa høvdið av øllum, sum ikki kastar pengar av sær.
Maersk Air er eisini býtt í tvey. Maersk Air tekur sær av sjálvari flogferðsluni, og eitt annað felag, Maersk Aircraft, eigur partar av flogfarsflotanum.
Hetta, at felagið er býtt sundur soleiðis, hevur eisini sett gongd í gitingarnar um, at arbeitt verður við at taka felagið av.
Men nevndarformaðurin í Maersk Air, Bent Erik Carlsen, sigur við danska blaðið Berlignske Tidende, at tað er nakað tvass.
Vend í
Per Brinch, kunningarstjóri hjá Maersk Air, sigur við Sosialin, at við hesum seinna íkastinum hevur A.P. Møller greitt boðað frá, at fyritøkan heldur fast um flogfelgið.
?Eginpeningurin hjá Maersk Air hevur alla tíðian verið positivur, sigur Per Brinch. Tað, sum hesin peningurin skal brúkast til, er tap av søluni av felagnum Maersk Air Ltd. í Englandi, sum Maersk Air átti, men sum gekk illa og varð selt við stórum halli. Og tað passar eisini til hugsunarháttin hjá Hr. Møller, at tað, sum ikki gevur vinning, skal ein sleppa sær av við. Umframt eru rætitliga nógvir pengar brúktir til niðurskirivng av nýggu flogførum felagsins, sigur kunningarstjórin hjá Maersk Air.
Felagið Maersk Aricraft, sum eigur flogførini, er dótturfelag hjá Maersk Air og er stovnað av roknskapartekniskum grundum.
Per Brinch sigur, at í Maersk Air fegnast tey nú um at hava fingið arbeiðsfrið, og at tey nú líta frameftir. Botnurin er náddur, heldur hann, og nú gongur hinvegin aftur. Hall hevur verið seinnu árini, men tað er nú minkað munandi, sigur Per Brinch.
Tað at Star Tours ikki longur er kundi hjá Maersk Air, hevur so gjørt, at fleiri flogfør eru tøk at brúka aðrastðani, sigur kunningarstjórin. Fýra flogfør eru leigað út til charterflúgving í summar, og arbeitt verður alla tíðina við at seta á stovn nýggjar rutur, sigur hann.
Flogførini hjá Maersk Air fara eisini í framtíðini at verða at síggja á flogvøllinum í Vágum.
Til jóla verða sjey eykaflogfør á Føroyarutuni, sigur Per Brinch. Fimm úr Keypmannahavn og tvey úr Billund.










