Nú Tórshavnar Býráð arbeiðir við eini at skifta blotan hjá Bussleiðini út, mælir Føroya Náttúru-og umhvørvisverndarfelag, FNU, staðiliga til at keypa elbussar ístaðin fyri dieselbussar. Nú hevur umsitingin hjá Tórshavnar býráð nevniliga mælt til at keypa 16 dieselbussar, ella 15 dieselbussar og tveir elbussa, og tað er longu samtykt í teknisku nevnd, sigur Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi.
Í FNU halda tey, at hetta er er ein loysn, sum hoyrir fortíðini til. Tey halda, at FNU hetta er akkurát rætta tíðin til at útvega elbussar fyri at minka um útlátið av CO2 – og tað verður upp aftur týðiligari, nú oljuprísirnir eru á veg til himmals, tí nú fer tað eisini at loysa seg nógv betri fíggjarliga. Tey siga, at tað er beint ímóti endamálinum hjá landsmyndugleikunum um einar grønar Føroyar, at keypa diselbussar, Og tað er eisini beint ímóti tí, Býráðið sjálvt hevur samtykt um leggja um til grøna orku.
– Við teimum vindmyllum, sum verða settar upp í næstum, verður nógvur streymur til avlops, sum kann verða goymd í bussunum. Heldur enn at keypa eitt størri tal av nýggjum, dálkandi dieselbussum, soleiðis sum umsitingin vil, vilja vit í staðin skjóta upp, at kommunan beinanvegin útvegar sær 2-4 elbussar, og síðani letur verandi bussar halda fram at koyra eina tíð afturat. Síðani kundu 2-4 elbussar afturat verðið keyptir næsta ár, og so framvegis, líka til allir dieselbussarnir í býnum eru skiftir út um nøkur fá ár.
– Á hendan hátt hevði borið til at fingið eitt lagaligt skifti frá diesel- til elbussar, og sum heldur ikki hevði kostað kommununi so nógv í einum, sigur FNU. Tað er er sera umráðandi, at býráðið sendir borgarunum eitt greitt signal um, at høvuðsstaðurin veruliga gongur á odda í stríðnum fyri at minka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, leggja tey afturat.
Kann ein almennur myndugleiki, sum Tórshavnar býráð, sum umboðar sjálvan høvuðstaðin, ikki ganga ta grønu leiðina, hvussu kunnu vit tá vænta, at privatar fyritøkur og vanligir borgarar fara at gera tað, spyr FNU eisini. Tað kann ongantíð verða rætt, at orkuskiftið skal liggja á einstaklingum og á familjum, tí tað almenna má sjálvsagt ganga á odda, sigur Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag.











