Mæla til at fiska upsa við rist í trolinum

Í samstarvi millum Havstovuna, Vørn, Vónina og Faroe Origin eru royndir gjørdar at partrola eftir upsa við rist í trolinum. Tað vóru partrolararnir, Falkur og Heykur, sum gjørdu hesar royndir í apríl og mai í ár.


Endamálið var at kanna, hvørja ávirkan skiljirist hevur á veiðina eftir upsa, og í hvønn mun ristin skilir smáan upsa frá í veiðini.


Loyvt varð at fiska í stongdum kassum, og tilsamans 46 tóv vórðu gjørd - 21 uttan rist og 25 við rist.

 

- Ristin skilti tann smáa upsan frá, soleiðis at miðalstøddin var tríggjar sentimetrar størri við rist enn uttan rist. Veiðan av smáum upsa (smærri enn 55 sentimetrar) var munandi minni við rist enn uttan rist (493 móti 1211 kg. fyri hvønn troltíma).


Havstovan sigur, at ristin skilti umleið 60% (í vekt) av upsa minni enn 55 sentimetrar frá.

 

- Miðal veiðiparturin í tali av ungfiski (minni enn 55) var 53%, tá rist ikki varð brúkt og 29% við rist.

 

Lagt verður aftrat, at eingin munur var fyri stóran upsa (1625 móti 1514 kg. fyri hvønn troltíma).

 

- Samanlagda veiðan við rist var minni, men við verandi fiskaprísum fekk skipið við rist nærum eina krónu meiri fyri kilo enn skipið uttan rist.

 

Filmsbrot vórðu tikin av tóvum, og brotini bendu ikki á, at fiskurin tekur stóran skaða av ristini.

 

- Allir fiskarnir, sum fóru út gjøgnum ristina, svumu væl frá trolinum. Ristin riggaði væl, og mælt verður til, at hon verður brúkt í øllum vanligum fiskiskapi eftir upsa.

 

Ynskiligt er tó, verður lagt aftrat, at fleiri royndir verða gjørdar, áðrenn veruligar niðurstøður verða gjørdar, sigur Havstovan.