Maðurin sum læt lív var úr Lettlandi

Hann var við norska skipinum, MS Hunter, sum var á krabbaveiði í Barentshavinum. 

Maðurin, sum norska fiskiskipið misti í Barentshavinum í gjárkvøldið, var úr Lettlandi.

 

Tað upplýsir løgreglan í Troms í dag, og tað eru norskir miðlar, sum endurgeva løgregluna.

 

Hendingin fór fram stutt eftir klokkan 19 í gjárkvøldið, og umleið klokkan 21.40 lokala tíð vóru ongar vónir um at finna mannin aftur á lívi.

 

- Maðurin sigldi við norska skipinum, MS Hunter, sum var á krabbaveiði í Barentshavinum. 

 

Løgreglan í Troms sigur, at tey avvarðandi hava fingið boð um vanlukkuna. Sagt hevur verið, at maðurin var í 30-árunum.