Maðurin sum gjørdi tónleik til Fuglakvæðið er deyður

Gittarspælarin Per Christian Frost, kendur úr danska bólkinum Gnags, er deyður 68 ára gamal

 

Flestu føroyingar munnu kenna eyðkendu útgávuna av »Fuglakvæðnum«, sum Gnags-gittarspælarin Per Christian Frost gjørdi. Útgávan er stevtung og rockkend. Upptøka av føroyskum kvøðarum verður brúkt. Og ein framfýsin, el-gittar gevur sítt ljódliga ískoyti til sangin.

Per Christian Frost er nú deyður 68 ára gamal.

Tað upplýsir familja hansara.

– Tað er við tungum hjarta, at eg má boða frá, at Per Frost, elskaði maður, pápi og abbi er deyður, skrivar sonur hansara Carl á einum uppslag á Facebook.

Per Christian Frost gjørdist 68 ára gamal.

 

Saman við høvuðsmanninuim Peter A. G. Nielsen var Per Christian Frost tann síðsti originali úr Gnags, sum hann spældi við síðani 1974.

Hann var farin úr orkestrinum, men kom aftur seinni, tá bólkurin fór á Flashback-turné í 2015.

##med2##

 

Per Christian Frost spældi saman við nógvum tónleikarum, so sum Sanne Salomonsen, Lis Sørensen, Thomas Helmig og Søs Fenger og var við á nógvum plátum.

Hann gav eisini út fleiri útgávur í egnum navni.

Per Christian Frost fekk fleiri heiðurslønir, so sum Ken Gudman Prisen í 2005. Virðislønin er til minnis um trummusláaran Ken Gudman og verður givin á hvørjum ári til danskan tónleikara, sum hevur gjørt okkurt serligt.

Gnags hevur verið til síðani 1966 og kundi soleiðis fara á 50 ára jubileumsturné í 2016. Tá var Per frost eisini við.

Árið eftir var Per Christian Frost fyri fyrstu ferð síðani 1996 við á eini Gnagsútgávu, tá bólkurin kom við 22. studiealbum.

Í januar og februar í ár var Per Christian Frost á turné við sínum egna orkestri, Per Chr. Frost & Band.

 

##med3##

Á Facebook profili hansara stendur, at hann eisini hevði ætlanir um eina turné við orkestrinum Frimer & Frost í heyst.

– Beint nú fyllir sorgin alt, men so skjótt eg havi meira kunning um jarðarferð, fari eg at deila tað vi tykkum. Hvíl í friði, pápi, skrivar sonurin Carl og kona hansara, Dorthe, á Facebook, skrivar Ritzau.

 

Føroyingar kenna serliga Per Frost fyri rockkendu útgávuna av Fuglakvæðinum – lagið er stevtungt og rockkent. Upptøka av føroyingum, sum kvøða verður brúkt. Og ein framfýsin el-gittar gevur sítt ljódliga ískoyti til sangin. Sangurin var stórt hitt í Førouyum stutt eftir aldarskiftið. Í fjør hevði Sosialurin samrøðu við Per Frost, og tá greiddi hann frá sínari útgávu av Fuglakvæðinum. Hann gjørdi fyrstu útgávuna longu miðskeiðis í áttati árunum.

– Fuglakvæðið hevur eina stuttliga søgu. Tað byrjaði við, at eg varð biðin um at vera framleiðari til tónleik í einum listarligum margmiðlaverki, sum eitt nú Jan Haugaard og Jens Jørn Thorsen vóru við í. Teir tóku støði í søgum hjá forfedrunum, og onkur teirra hevði familjubond til Føroya. Upprunaliga varð verkið gjørt til Aarhus Kunstmuseum, men tað vaks og varð seinni gjørt til sjónvarp. Tá var tað, at vit gjørdu tónleik til verkið, og tað kom ein lp pláta undir heitinum Albatros út við sangunum. Ein av sangunum var Fuglakvæði, greiddi Per Christian Frost frá.

Nógv ár seinni skuldi Jan Haugaard gera eina dokumentarsending um Føroyar, og tá kom hann aftur til Per Christian Frost at spyrja eftir Fuglakvæðinum. 

– Hann helt, at eg skuldi gera sangin av nýggjum til dokumentarin, og tað var eg við uppá, tí sangurin trongdi til eina nýggja innspæling. Tá var tað, at vit gjørdu útgávuna, sum føroyingar kenna, og sum er rættiliga feit við føroyskum kvøðarum og gittarspæli hvørt um annað. Tað er nakað av uppreistri í kvæðnum, og tað livir tónleikurin eisini upp til, helt Per Christian Frost. 

Hann vitjaði fleiri ferðir vitjað í Føroyum. Hann spældi í Gnags, og hann spældi eisini nógv við Lis Sørensen, Sanne Salomonsen og Poul Krebs.

– Tá ið eg vitji í Føroyum, Íslandi og Grønlandi føli eg, at nakað gamalt norrønt liggur undir øllum, og tað dámar mær væl, segði Per Christian Frost við Sosialin í fjør. 

 

Føroyingar kenna serliga Per Frost, tí hann er maðurin, sum gjørdi Fuglakvæðið til rock. Hann er maðurin afan fyri kendu útgávuna, har føroyingar hoyrast kvøða, men har ein tungur rockguitari er fremst í ljóðmyndini.

Føroyingar kenna serliga Per Frost, tí hann er maðurin, sum gjørdi Fuglakvæðið til rock. Hann er maðurin afan fyri kendu útgávuna, har føroyingar hoyrast kvøða, men har ein tungur rockguitari er fremst í ljóðmyndini.

Samrøða við Per Christian Frost í Sosialinum 5. februar í 2021