Maðurin ið skeyt Ronald Reagan latin leysur

Frá juni næsta ár er John Hinckley, sum fyri 40 árum síðani skeyt Ronald Reagan, forseta, ein frælsur maður.

Her sæst John Hinckley (í miðuni) í august 1981, tá hann verður fluttur burtur av trygdaragentum eftir ein rættarfund. - Foto: Barry Thumma/Ritzau Scanpix

John Hinckley, sum í 1981 royndi at drepa táverandi amerikanska forsetan, Ronald Reagan, verður royndarleyslatin í juni næsta ár.

Tað hevur ein samveldisdómstólur í Washington D. C. gjørt av í gjár.

– Eftir øll hesi ár fari eg at játta at lata Hinckley leysan treytaleyst, sigur Paul Friedman, dómari, sambært tíðindastovuni Reuters.

Í september í 2016 lat sami Fridedman, dómari, John Hinckley leysan úr eini sálarfrøðiligum stovni, har hann hevði búð í 35 ár.

Tað gjørdi dómarin, tí hann metti, at tann 66 ára gamli Hinckley ikki longur er ein hóttan fyri seg sjálvan og onnur.

Tó eru nógvar treytir við royndarleyslatingini.

Millum annað skal John Hinckley halda seg innan fyri ein radius upp á 80 kilometrar frá heiminum hjá mammum síni í Williamsburg í statinum Virginia, og hann hevur forboð ímóti at ferðast til eitt øki, har ein núverandi ella fyrrverandi forseti, varaforseti ella limur í Kongressini er.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Harumframt má Hinckley ikki tosa við journalistar, og hann skal arbeiða tríggjar dagar um vikuna.

Sambærrt treytunum frá 2016 skal hann eisini tosa við ein sálarlækna tvær ferðir um mánaðin, skrivar BBC.

Í gjár segði Paul Friedman, dómari, sambært Reuters, at sálarligu trupulleikarnir hjá Hinckley »eru í betring«, og at hann ikki longur er ein vandi.

Dóttir Ronald Reagan, Patti Davis, skrivar í eini klummu í The Washington Post, at hon er ímóti, at Hinckley verður latin leysur. Hon óttast, at hann fer at finna upp á at seta seg í samband við hana, og hon heldur ikki, at hann angrar sína gerð.

Hinckley skeyt og rakti Ronald Reagan framman fyri eitt hotel í Washington D. C. 30. mars í 1981.

Reagan varð skotin í bringuna. Annað lunga punkteraði, men forsetin kom skjótt fyri seg aftur.

Tríggir aðrir mans vórðu særdir undir álopinum, teirra millum pressustjórin, James Brady. Han sat í koyristóli til deyðadag sín í 2014.

John Hinckley greiddi síðani frá, at hann skeyt móti forsetanum fyri at bergtaka sjónleikaran Jodie Foster, sum honum dámdi so væl.

Hann var í einum nevningatingið staðfestur sinnisjúkur, tá hann framdi illgerðina. Tí var hann ikki revsaður.

Seinni kom fram, at hann leið av tunglyndi og tvangstankum mesta av lívinum.

 

/ritzau/

 

 

 

Her sæst John Hinckley (í miðuni) í august 1981, tá hann verður fluttur burtur av trygdaragentum eftir ein rættarfund. - Foto: Barry Thumma/Ritzau Scanpix