Í gjár kom Næraberg aftur til Føroyar aftaná ein túr í Eysturgrønlandi, har skipið hevur á makrelveiðu.
Fjøruti mans eru við Næraberg í løtuni, og kom skipið á Kollafjørð um 16 tíðina í gjár.
Hóast skipið einans hevur ligið eina nátt í Føroyum, so varð neyðugt at senda boð eftir løgregluni í gjár.
Orsøkin var, at illstøða var komin millum nakrar mans, meðan teir sótu í vertskapi umborð. Boð vórðu send eftir løgregluni, ið fór umborð á trolaran og handtók ein av útlendsku monnunum, ið síðani varð koyrdur til Klaksvíkar at sova rúsin av sær.