Maður fær lívstíðarfongsul fyri morðroynd á Trump á golfvølli

Bara fáar mánaðir undan valinum í 2024 varð ein maður handtikin fyri morðroynd á Trump á einum golfvølli. Nú er hann dømdur.

 

Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix

59 ára gamli Ryan Routh varð í dag dømdur lívstíðarfongsulsrevsing fyri eina roynd at drepa amerikanska forsetan, Donald Trump, á einum golfvølli í Florida í 2024.

Routh varð funnin sekur av dómsnevnd í september í fjør, og í dag varð hann dømdur.

Maðurin varð funnin sekur í øllum førum. Umframt morðroyndina á Trump, stendur hann eisini fyri álopi á ein umboðsmann hjá Secret Service og trimum vápnabrotum í sambandi við hendingina.

Undir hendingini, sum fór fram minni enn tveir mánaðir undan valinum í 2024, sóu umboðsmenn hjá Secret Service Routh nakrar hundrað metrar frá har Trump spældi golf.

Routh flýddi av staðnum og legði eftir seg eitt hálvautomatiskt vápn. Hann varð seinni handtikin.

 

Ritzau/Reuters

 

 

Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix