Sølutølini hjá Madonnu eru alt annað enn imponerandi. Hennara nýggja fløga MDNA dalar á hittlistum kring allan heimin.
Madonna livur ikki upp til sín leiklut sum heimsins poppdrotning við hennara nýggju fløgu MDNA.
Tólvta studiofløgan hjá Madonnu er nevniliga í fríum fallið á hitlistunum í Danmark, USA og í Bretlandi. Í Danmark vóru tað einans 285 fólk, sum keyptu MDNA í síðstu viku, og seinasta mánaðir er fløgan farin frá einum 2. plássi til 19. pláss.
Í Bretlandi er Madonna einans á einum 45. plássi, og í Bretlandi er hon nummar 28.
Madonna skal framføra í Parkini í Keypmannahavn mánadagin 2. Juli, og framvegis eru atgongumerki at fáa.
Í Danmark hevur Lukas Graham verið nummar eitt á hittlistanum seinastu fimm vikurnar.
Nummar trý er Jack White við fløguni Blunderbuss, og hendan fløgan er nummar eitt í USA og í Bretlandi.