Madonna er rúkandi heit

Hóast hon er nærkast teimum fimmti, er tað eingin onnur poppstjørna, sum í løtuni megnar at fylgja við Madonnu.

Hon hevur júst givið sína 11. studiofløgu út, og fløgan selir stórt kring allan heimin. Í farnu viku var fløgan hjá Madonnu ovast á hitlistum í 12 ymiskum londum – millum annað á tí týðandi bretska hitlistanum.