Macheda eitur maðurin

Eitt nýtt navn hevur gjørt vart við seg í enskum fótbólti hetta vikuskiftið. Maðurin bjargaði Manchester United trý stig og syrgdi harvið fyri, at lið hansara framvegis eru oddalið og heitasta boðið sum enskur meistari

FÓTBÓLTUR

 

Tríggjar minuttir eftir, at Aston Villa hevði lagt seg á odda 2-1 í dystinum ímóti Manchester United á Old Trafford, varð ein debutantur settur á vøllin. Ein ungur maður, ið tey allar flestu mundu kenna millum lítið og einki til.

Ein hálvan tíma seinni fær hann bóltin inni í brotsteiginum. Við hælinum temur hann bóltin aftur um seg, setur soleiðis verjuleikaran av, áðrenn hann úr ógvuliga spískum krúllar bóltin inn við handaru stong. Brad Friedel í Aston Villa málinum hevur ongan kjans. Bólturin er settur so væl inn, at royndi málverjin er prísgivin.

Í teirri løtu, at bólturin ferðast framvið Brad Friedel og syngur í meskunum handan hann, hevur ungi innskiftarin hjá Manchester United ritað navn sítt í fótbóltsminni hjá øllum í fótbóltsbretlandi og aðrastaðni við. Í teirri løtu hevur hann markerað, hvør maðurin við við talinum 41 á bakinum í Manchester United er.

 

Vandamikil harri

Í september 2007 kom ein ungur, ókendur italiumaður til Old Trafford. Navnið var Frederico Macheda, og Manchester United hevði heintað unga áleyparan frá felagnum Lazio í italska høvuðsstaðnum Rom.

Kiko, sum Frederico Macheda verður róptur, byrjaði á U18-liðnum hjá Manchester United. Har gjørdi hann átta mál í fimtan dystum, áðrenn Ole Gunnar Solskjær, fyrrverandi norska álopsessið hjá Manchester United, ynskti at gera brúk av honum á eykaliðnum hjá Manchester United. Eisini her hevur Kiko víst seg at vera serstakliga vandamikil. Tíggju mál í 16 dystum er tað vorðið til. So seint sum fyri einari viku síðani gjørdi hann hattrick, tá eykaliðini hjá Manchester United og Newcastle dystaðust.

Eftir henda dystin skuldi Frederico Macheda upprunaliga fara við italska ungdómslandsliðnum, men Sir Alex Ferguson heitti á hann um at verða verðandi í Manchester, tí hann fekk møguliga brúk fyri honum í dystinum ímóti Aston Villa.

Enn einaferð fekk Sir Alex Ferguson rætt.

– Hetta er tann besti dagurin í mínum lívi. Hetta er ein dreymur, ið gerst veruleiki, segði Frederico Macheda við sjónvarpsrásina hjá Manchester United, MUTV.

 

Mundi gingið galið

Dysturin millum Manchester United og Aston Villa endaði 3-2 til heimaliðið. Tað byrjaði eisini sum ætlað, tá Christiano Ronaldo legði Manchester United á odda, tá eitt lítið korter var farið av dystinum.

Eitt korter seinni javnaði John Carew, og eitt gott korter inn í seinna hálvleik legði Gabriel Agbonlahor Aston Villa framum. Tíggju minuttir fyri leiklok javnaði Christiano Ronaldo, og so var tað, at Frederico Macheda í yvirtíðini syrgdi fyri sigrinum.

Harvið syrgdi hann eisini fyri, at Manchester United endurvann oddasessin, sum Liverpool hevði yvirtikið eftir útivallarsigurin á Fulham leygardagin.

 

Liverpool heldur trýstið

Liverpool vann eftir tógvið stríð við einum máli. Ikki færri enn fýra ferðir raktu teir annaðhvørt stong ella yvirleggjara í fyrra hálvleiki. Eisini í seinna hálvleiki hevði Liverpool eitt ótal av málmøguleikum, men tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at innskifti ísraelin, Youssi Benayoun, fekk bóltin í kassan.

Sigurin merkir, at Liverpool heldur trýstið á Manchester United, ið er eitt stig frammanfyri Liverpool, og hevur ein dyst til góðar.

 

Chelsea og Arsenal fylgja við

Eisini liðini handan Manchester United og Liverpool fylgja við. Arsenal á fjórða plássinum vann 2-0 á Manchester City, har Adebayor gjørdi bæði málini. Chelsea á triðja plássi vann somuleiðis 2-0, hetta á Newcastle. Frank Lampard og Malouda syrgdu fyri málunum. Harvið gjørdist tað eingin dreymabyrjan hjá Alan Shearer sum venjari fyri Newcastle. Fyrrverandi málslúkur felagsins hevur fingið til uppgávu at bjarga liðnum undan niðurflyting.

Hóast tap kann hann ugga seg við, at bæði Middlesbrough og West Bromwich, ið liggja aftanfyri, eins og Sunderland, ið liggur beint frammanfyri Newcastle, øll taptu sínar dystir.