Politiið í Klaksvík sigur, at ein maður í 20?unum er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti tveimum kvinnum, sum ikki kundu verja seg
Leygardagin hin 17. mai 2008, seint seinnapartin, boðar ein næstringur frá, at ein kvinna í 30-árunum var blivin neyðtikin, tíðliga henda sama morgun.
Hetta hevði gingið fyri seg í samband við eitt morgunball í Klaksvík.
Seint týskvøldið 20. mai 2008 upplýsir ein yngri kvinna fyri næstringum sínum, eftir at hava frætt/lisið um omanfyrinevnda, at hon seinasta summar hevði verið útsett fyri júst tí sama, sum fyrra kvinnan, og av sama manni.
Henda unga kvinnan meldar tilburðin mikumorgunin hin 21. mai 2008.
Ein maður í 20-unum var stutt eftir avhoyrdur og skuldsettur fyri brot á grein 218, stk. 2, í revsilógini, sum snýr seg um kynsligan ágang móti persóni, sum ikki er førur fyri at verja seg ímóti gerðini.
Maðurin noktar seg sekan, og varð leyslatin eftir lokna avhoyring, upplýsir Arvid Nilssen, varasýslumaður í Klaksvík.










