Maður skotið við høglbyrsu í Suðuroy

Ein maður hevur skotið við høglbyrsu í Suðuroy í nátt. Eingin mannskaði hendi.

Tað var klokkan 4 í nátt, at Alarmsentralurin fekk fráboðan um, at ein maður hevði brotið eina hurð í Hvalba. Maðurin koyrdi síðan millum bygdirnar í oynni við byrsuni og lat millum annað nøkur skot av í Vági.

Maðurin fór síðan til Øravíkar, har hann fór inn í matstovuna. Eingin var inni í matstovuni hesa løtuna. Har hevði maðurin eisini skotið við byrsuni, umframt at hann hevði fest eld inni í gistingarhúsinum. Her hendi heldur eingin mannskaði.

Maðurin stevndi síðan við bilinum til Tvøroyrar, har løgreglan hevði lagt eina veggyrðing norðan fyri Øravík. Maðurin koyrdi ígjøgnum gyrðingina og rakti ein løgreglubil, sum fekk skaða. Tveir løgreglubilar vóru við gyrðingina, og løgreglumenninir fóru aftaná manninum við bilinum, sum ikki fekk skaða. Maðurin var handtikin á havnalagnum á Tvøroyri.

- Alt spældi tíbetur so mikið væl av í hesum keðiliga málinum, at eingin mannskaði hendi, sigur Jaspur Vang, økisleiðari.

Maðurin skal í grundlógarhoyr seinni í dag.

Myndirnar tók Jóan Hendrik Jacobsen