Vanlukka
Tað var myrkt, og vanliga er nógv ferðsla á hesum vegastrekki um morgnarnar.
Hendingin fór fram, tá ið ein 59 ára gamal maður, sum var á veg tvørtur um vegin, kom fyri ein bil, sum kom koyrandi inneftir.
Í bilinum var ein kvinna, sum júst hevði sett børnini av í skúlanum og var á veg til hús aftur.
Kvinnan segði, at hon sá ikki mannin, fyrr enn tað stoytti.
Sjúkrabilurin var rættiliga skjótur á staðið, og áðrenn løgreglan kom, var maðurin, sum kom fyri bilin, longu á veg á Landssjúkrahúsið.
Alt gekk rættiliga skjótt fyri seg, og læknin náddi heldur ikki at koma á staðið, áðrenn sjúkrabilurin var á veg til Havnar.
Sum skilst, skuldi sjúkrabilurin møta læknanum á vegum suðureftir.
Ákoyrdi maðurin hevði einki vit, tá ið hann fór uppí sjúkrabilin.
Hvussu støðan hjá manninum annars er, var ikki greitt, tá ið blaðið fór til prenttilgerðar, men alt bendir á, at hann hevur fingið ymiskar snuddir.
Á Politistøðini í Runavík visti Schandorff Vang einki at siga um tilburðin, tí hann var ikki á vakt, tá ið vanlukkan hendi. Maðurin, sum var á vakt, kom ikki aftur til arbeiðis fyrr enn kl. 17.