Amerikanska sjóverjan hevur sett leiting í gongd eftir einum 20 ára gomlum bretskum manni, sum týsdagin hvarv á ferðamannaskipinum Harmony of the Seas.
Arron Hough var dansari umborð og var síðst sæddur klokkan 4 týsmorgunin á dekki 5.
Skipið var tætt við Aquadilla, Puerto Rico, tá maðurin hvarv.
Í Onglandi hava fólk lagt hendingina til merkis, tí í november hvarv ein annar breti av ferðamannaskipinum Adventure of the Seas. Talan var um 27 ára gamla Jack Daniel Ackroyd, ið arbeiddi umborð. Eftir leiting í dagavís varð hann sagdur deyður at vera.