Maður í Havn skorin í hálsin

Fríggjadagin var ein maður í Havn skorin í hálsin. Maðurin er ikki í lívsvanda, men vakthavandi sigur, at talan er um groft vold, og ein maður er varðhaldsfongslaður í 14 dagar fyri ógerðina. Annars hava onnur smávegis herverk verið í høvuðsstaðnum um vikuskiftið

Fríggjakvøldið stutt fyri midnátt fekk løgreglan boð um, at ein maður var skorin í hálsin av einum øðrum. Maðurin varð fluttur á landssjúkrahúsi.
Vakthavandi sigur, at tann álopni fekk ein skurð í hálsin upp á umleið tíggju cm. Løgreglan hevur handtikið ein mann fyri álopið, og hevur hon so mikið góð prógv, at maðurin er varðhaldsfongslaður í 14 dagar og situr í isolatión.
? Talan er um gamlar kenningar hjá okkum, sigur vakthavandi og leggur afturat, at tað ikki er talan um ung fólk, men heldur tilkomin, sum hava fingið ov nógv niðurum, og so var ilt komið ímillum teir.
Í sambandi við, at ein ungur italienari varð stungin niður á Nørrebro fyrr í hesum mánaðinum, er ljóskastarin av álvara settur á kníválop í Danmark, sum tykjast at vinda upp á seg. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn heldur tó ikki, at ein kann siga, at tað sama er við at henda í Føroyum.
? Hetta er sum sagt gamlir kenningar hjá okkum, og tískil haldi eg ikki, at tað kann samanberast við tað, sum fer fram í Danmark fyri tíðina, sigur løgreglan.

Herverk
Fleiri herverk hava verið í høvuðsstaðnum um vikuskiftið. Vakthavandi sigur, at sunnudagin byrjaðu fráboðaninar, sum vanligt, at koma inn um ymiskt, sum er framt um vikuskiftið.
Ein maður varð sligin frammaná í Club 20. Maðurin breyt bæði nøsina og eina tonn. Vakthavandi sigur, at løgreglan hevur onkran, sum teir ætla at tosa við í sambandi við hetta.
Ein røð av herverkum vórðu framd í Teledeplinum, Thomas Dam Búnýti og tann vegin. Ein rútur varð brotin á einum bili á Gripsvegnum.
? Tað kundi týtt uppá, at tað er ein rundferð, sum er farin fram har, sigur vakthavandi.
Og so var eitt herverk framt í Tjørnuvík eisini. Heldur sjáldsamt, sambært vakthavandi. Men har var so onkur, sum hevði smurt eina hurð inn í máling.
Ein maður var so óheppin at detta á súkklu síni á Velbastað. Maðurin var einsamallur og breyt seg sundur, men hann kom so undir læknahond og fekk ta neyðugu hjálpina.