Maður handtikin fyri IRA bumbuálop í 1974

21 fólk lótu lív í atsóknunum

Ein 65 ára gamal maður er handtikin í Belfast í sambandi við bumbuálopini hjá IRA á tvey skeinkistøð í Birmingham í 1974.

Tað skrivar fleiri bretskir miðlar í dag.

21 fólk lótu lív og 182 fingu løstir, tá tveir bumbubrestir vóru í Birmingham 21. november í 1974. Fyrra bumban brast í Mulberry Bush pub og kostaði 10 fólkum lívi, og seinna bumban brast løtu seinni í The Tavern, meðan løgreglan var í fer við at fáa fólk úr skeinkistaðnum. Níggju fólk lótu lív umgangandi í The Tavern, og tvey doyðu seinni av løstunum.

Sambært The Guardian verður hildið, at talan er um fyrstu handtøku í málinum, síðan dómurin um sokallaðu Birmingham Six varð ógildaður í 1991.

The Birmingham Six vóru seks írar, sum í 1975 vórðu dømdir fyri bumbuálopini, men sum í 1991 vórðu fríkendir, tí rætturin metti, at teir høvdu verið útsettir fyri dómsmorði, og at løgreglan hevði noytt og pínt teir til falska játtan fyri bumbudrápini.

Handtøkan av 65 ára gamla mannin er sambært The Guardian útslit av einum samstarvi millum anti-terror løgregluna í Miðonglandi og írsku løgregluna.

Í stuttum boðum til miðlarnar verður sagt, at maðurin verður í løtuni avhoyrdur, meðan heim hansara verður kannað.