Stutt eftir midnátt í gjárkvøldið handtók løgreglan ein mann í sambandi við eitt harðskapsmál í Klaksvík, har ein maður og ein kvinna vóru komin til ilnar í einum privatum húsum.
Ein granni hoyrdi, at okkurt var áfatt í húsunum og ringdi til alarmsentralin at boða frá. Tá løgreglan kom á staðið, varð maðurin handtikin beinanvegin, og kvinnan varð send á skaðastovuna.
Maðurin, sum var ávirkaður av rúsdrekka, situr í varðhaldi og bíðar eftir at verða avhoyrdur, upplýsir vakthavandi á Politistøðini.










