Maður funnin deyður í Keypmannahavn

Í morgun varð ein maður funnin lívleysur á almennum WC.

Í morgun varð ein maður funnin lívleysur á almennum WC við Højbro Plads í Keypmannahavn. Tað var ein, ið arbeiðir fyri kommununa, ið fann líkið.

 

 

Løgreglan hevur arbeitt við at eyðmerkja mannin, men segði í dag, at teir meta , at talan er um ein mann í fýratiárunum. Meira frættist ikki, fyrr enn maðurin er eyðmerktur, og avvarðandi hava fingið boð, og hetta er eftir øllum at døma ikki hent enn.

 

 

Danskir miðlar skriva, at mett verður ikki, at nakað brotsverk er framt í samband við deyðsfallið.