Maður filmaði nakin børn í Lalandia

Danska løgreglan hevur funnið upptøkur, sum ein 44 ára gamal dani gjørdi av naknum børnum í Lalandia

Ein 44 ára gamal maður er í rættinum í Roskilde í Danmark skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á børn og fyri at hava 1264 tímar við barnaporno í varðveitslu.

Tað skrivar Ekstrablaðið.

Sambært løgregluni hevur maðurin við einum fjaldum upptøkutóli í einari tasku filmað nakin smábørn í eitt nú Lalandia í Rødby, sum er kent feriustað fyri familjur.

Tann 44 ára gamli maðurin, sum skal fyri rættin í næstu viku í umfatandi máli um pedofili og barnaporno, noktar seg sekan. Maðurin er partur av einum størri máli um pedofilt netverk, sum gekk undir navninum The Love Zone. Ein 49 ára gamal dani stýrdi hesum netverki, og hann varð í oktober dømdur sjey ára fongsulsrevsing í Vestara landsrætti.

Tann 44 ára gamli maðurin, sum nú skal fyri rættin, hevði 114.421 myndir og 9.861 videupptøkur, sum koma undir barnapornografiskt tilfar, í varðveitslu, tá ið løgreglan gjørdi húsarannsókn hjá honum í fjør, skrivar Ekstrablaðið.

Upptøkurnar førdu við sær, at maðurin eisini varð skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á fýra gentur, sum vóru um sjey ára aldur, meðan hann filmaði hetta.

Málið skal fyri í rættinum í næstu viku.