Ein 62 ára gamal maður fekk lívshóttandi kraniubrot, tá hann fekk eina glerpípu í høvdið á Stroynum í Keypmannahavn. Konann fekk eisini ís á seg, men slapp væl. Eitt týskt par fekk seinnapartin ís á seg, tá tey gingu ein túr eftir Stroynum í Keypmannahavn.
Ein stór glerpípa datt niður á gøtuna og sprakk síðani upp og rakti mannin í høvdið. Hann fekk tað, sum læknarnir kalla eitt lívshóttandi kraniubrot. Hann er kortini uttanfyri lívsvanda eftir skurðviðgerð, sigur vakthavandi hjá løgregluni við danskar fjølmiðlar.
Maðurin skal verða verandi á sjúkrahúsinum í nátt til eftirlit.
Konan slapp væl betri frá hendingini. Kon varð eisini rakt, men fekk bert smásnuddir og blá merkir.
Eisini aðrastaðni í Keypmannahavn hava glerpípur gjørt um seg, og fleiri bilar hava fingið skaða, antin buglur í takið ella brotnar rútar.
Politiið upplýsir, at brandstøðin hevur verið og beint burtur glerpíput fram við Stroynum eftir hendingina í dag.