Maður føroyska kvinnu fallin í Sýrialandi

Sambært einarti islamistiskari heimasíðu er ein 30 ára gamal dani, sum hevði skift til islamska trúgv, fallin í borgarakrígnum í Sýrialandi. Danska blaðið Politiken skrivar, at maðurin, sum æt Abdul Malik, var 30 ára gamal og giftur føroyskari kvinnu, sum eisini hevði tikið við islamskari trúgv. Tey áttu fýra børn. Tað yngsta, ein genta, var fødd stutt fyri ársskiftið, skrivar Politiken.

Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini úr Sýrialandi, og tað vil Borgerservice hjá uttanríkisráðnum heldur ikki. Uttanríkisráðið sigur tó, at tey eru í ferð við at kanna, um tíðindini eru røtt.

Sambært Politiken hava fleiri danskir islamistar umrøtt hendingina á Facebook, og onkur hevur eisini lagt mynd av manninum út. Fólk í tí islamistiska umhvørvinum í Danmark siga við blaðið at Abdul Malik doyði norðan fyri býin Homs sunnudagin.