Maður Bjørt fer frá sum landsdjóralækni

Virkandi landssdjóralæknin er giftur við landsstýriskvinnuni í vinnumálum, sum landsdjóralæknin hoyrir undir. Hann hevur nú valt at leggja frá sær Síðani fyrrverandi landsdjóralæknin, Bjørn Harlou, gjørdist sjúkur og andaðist í fjør, hevur Peter Østergaard, djóralækni, ið er deildarleiðari fyri fiska- og djórasjúkur undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, virkað sum landsdjóralækni. Hetta er hann ikki longur. Orsøkin er, at kona Peter Østergaard, Bjørt Samuelsen, nú er nýggj landsstýriskvinna í vinnumálum, sum Starvsstovan hoyrir undir.

- Nú kundi tað sæð út, sum um eg havi koyrt hann frá, men tað havi eg ikki. Tað er onki løgfrøðisligt til hindurs fyri, at hann situr í starvinum, men tá tað longu skuldi verið sókt eftir nýggjum landsdjóralækna, og hann longu í fjør ætlaði sær úr starvinum, hevur hann valt at gera tað nú. Um hann var settur landsdjóralækni, var støðan sjálvandi øðrvísi, sigur Bjørt Samuelsen.

Peter Østergaard váttar, at hann ongantíð hevur ætlað sær at verið sitandi sum virkandi landsdjóralækni.

- Tað er eitt spennandi starv, men sera krevjandi, tá hugsað verður um, at eg frammanundan eri deildarleiðari fyri fiska- og djórasjúkur. Tí er avtalað, at Andras Strøm avloysir meg, til vit fáa ein djóralækna frá Fødevarestyrelsen til at taka sær av hesum frá hálvum mars. Hesin skal so virka, til nýggjur landsdjóralækni er settur, sigur Peter Østergaard.