Tað hevur verið stak friðarligt í nátt. Veðrið hevur ikki lokkað fólk út á gøtur og vegir og løgreglan sigur, at tey hava verið runt ymsastaðni, men har var alt friðarligt.
Annars hevur løgreglan gjørt nakrar ferðslukanningar. Har var ein bilur steðgaður og hann koyrdi 121 kilometrar á Kaldbaksvegnum har tað er loyvt at koyra 80. Tað merkir, at nú má bilførarin taka koyrikortið av nýggjum.
Annars hevur løgreglan steðgað umleið 40 bilum fyri at kanna um dekk og lyktir, og annað, var eftir forskriftunum. Og løgreglan sigur, at tað sá gott út, tí alt var í ordan hjá øllum bilførarunum