Má vera misnøgd við samgonguna

VELJARAKANNING Javnaðarflokkurin: At andstøðan og serliga Javnaðarflokkurin fara fram má koma av, at veljarin ikki er so fegin um flattskattin og aðrar ætlanir, sigur Aksel V. Johannesen, formaður flokins

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum er varin í sínum viðmerkingum til útslitið av veljarakanningini.
- Ein veljarakanning má altíð takast við fyrivarni, sigur hann.
Veljarakanningin gevur Javnaðarflokkinum 2,5 prosent framgongd. Javnaðarflokkurin er harvið størsti vinnarin.
- Vit siga tað sama, sum vit alla tíðina hava sagt. Veljarin veit, hvørjum vit standa fyri, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann heldur, at broytingin má koma av, at fólk ikki eru so fegin um at fáa flatskatt, at skatta pensjónir við inngjald og annað, sum landsstýrið ætlar.
Samstundis heldur hann tað vera løgið, at Sambandsflokkurin gongur fram, og at Fólkaflokkurin gongur so nógv aftur.
- Fólkaflokkurin ger, sum hann hevur sagt at hann fór at gera. Tað áttu at verið sambandsveljararnir, sum vóru misnøgdir við sín flokk, sigur Aksel V. Johannesen.
Javnaðarflokkurin ætlar sær í andstøðu at gera sítt besta við at f’øra sjónarmið síni fram og at ávirka uppskotini, sum landsstýrið kemur við.