Máttu slaka í einum avgerandi spurningi

? Tað var avgerandi fyri okkum, at nýggi Smyril var við í sáttmálanum, sum varð gjørdur við Skipara- og navigatørfelagið hósdagin. Og tað eydnaðist, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður

? Skipini hjá Strandferðsluni verða ikki løgd á hesum sinni.
Tað varð greitt seinnapartin hósdagin, tá ið bæði Skipara- og navigatørfelagið og fíggjarmálaráðið skrivaðu undir nýggjan sáttmála, sum gongur fram til 30. september 2005.
Sìðani týsdagin høvdu partarnir sitið saman við semingsmonnunum á Hotel hafnia og samráðst og seinnapartin hósdagin eydnaðist at finna semju.,
?Tað, sum var rættiliga avgerandi fyri okkum, er, at sáttmálin eisini fevnir um nýggja suðuroyarskipið, sum kemur í heyst, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjamrálum.
Hann sigur, at fíggjarmálaráðið vildi ikki fáa Brimil ella Teistan umaftur, sum báðir lógu í vikur og mánaðir eftir at teir vóru lidnir, tí at semja fekst ikki um sáttmálarnar hjá teimum, sum skuldu sigla við.
Og nýggi sáttmálin fevnir eisini um nýggja Suðuroyarskipið og sostatt verða tað ikki skiparin ella stýrimenninir, sum koma at liggja í buktini, tá ið nýggi Smyril er liðugur.
Annars gevur sáttmálin yvirmonnunum á Strandferðsluni og fiskirannsóknarskipinum, Magnus Heinasyni eina lønarhækking upp á 9% hesi bæði næstu árini, tá ið alt er talt við og hetta er tað sama, sum onnur hava fingið.
?Tað eru vit nøgdir við, sigu Bárður Nielsen.

Máttu slaka
Men afturfyri at fáa nýggja Smyril við, mátti Fíggjarmálaráðið eisini svølgja ein stóran kamel.
Ringasti knúturin at loysa í samráðingunum ímillum Skipara- og navigatørfelagið, var vaktarskipanin umborð á nýggja Smyrli.
Sum er, arbeiða yvirmenninir eftir einari 1:1 skipan, har teir eru eina viku umborð og eina viku í landi.
Hesa skipan vildi Skipara- og navigatørfelagið hava staðfest í sjálvum sáttmálanum.
Tað vildi fíggjarmálaráðið avgjørt ikki.
Ráðið heldur, at hetta er at læsa skipið fast í einum ávísum vaktartímatali og sostatt fer tað hvørki at bera til at lækka ella at hækka túratalið, uttan at tað fer at kosta órímiliga nógv. Tí var tað avgerandi fyri ráðið, at nýggi Smyril ikki var læstur fastur í eini 1:1 skipan.
Men her mátti Fíggjarmálaráðið slaka.
Nýggi sáttmálin staðfestir nevniliga, at arbeitt verður eftir somu skipan sum nú.
Men henda avgerandi broytingar, skulu samráðingar verða um ein nýggja skipan.
Eitt nú skulu samráðingar takast upp um at arbeiðstíðin skal gerast upp yvir eitt longri tíðarskeið. Sum er, verður arbeiðstíðin gjørd upp frá viku til viku, men tað skal bera til at tosa um at longja hetta tíðarskeiði, so at teir kunnu arbeiða meir eina viku afturfyri at arbeia minni eina aðru viku.
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum sigur, at hetta staðfestir, at arbeiðast skal framvegis eftir einari 1:1 skipan og tað er hann sera væl nøgdur við. Men skal tað farast burturfrá eini 1:1 skipan, skulu nýggjar samráðingar vera um tað.
Hetta viðgongur Bárður Nielsen eisini.
? Men gingu vit ikki við til at binda okkum til eina 1:1 skipan, varð heldur ongin sáttmáli, tí tað var eitt treytaleyst krav frá navigatørunum.
Bárður Nielsen viðgongur, at vandi er fyri, at hetta bara útsetir pínuna eitt sindur.
? Men í øllum førum fingu vit nýggja sáttmálan til eisini at galda fyri nýggja Smyril og tað var tað, sum var heilt avgerandi fyri okkum, sigur hann.