Ferðauppliving
Tá ferðast verður við fótbóltslandsliði okkara kemur mest sum ikki fyri, at ikki onkur útlendingur hevur leitað sær til staðið, soleiðis at hesi kunnu fylgja liðnum, sum onkursvegna hevur fangað teirra alsk.
Soleiðis var eisini Í Basel. Meðan vit báðir, myndamaðurin, spákaðu okkum runt í býnum á dystardegnum, sóu vit brádliga nakrar áskoðarar í føroyskum landsliðsbúna sita við eina café.
Skjótt var at fáa eitt prát í lag, og tað vísti seg, at hetta vóru týskarar, sum fyri fyrstu ferð vóru farnir á fótbóltsferð við tí í hyggju at stuðla føroyska landsliðnum. Allir búðu teir nærhendir Nürnberg, so teinurin í bili hevði verið so hampuliga yvirkomuligur.
Áhugin fyri okkara monnum stavaði frá fjør summar, tá teir vóru millum tey mongu týsku viðhaldsfólkini, sum leitaðu sær til Føroya. Sum so varð hetta gjørt, tí teir vildu stuðla sínum landsmonnum, men hetta broyttist tó skjótt.
- Vit fullu alt fyri eitt fyri Føroyum og føroyingum. Tað var ein fantastiskur blíðskapur, sum vit møttu haruppi. Og so gjørdi tað einki sum helst, at vit ikki búðu í Havnini, søgdu teir mest sum við ein munn.
Ístaðin varð bústaður teirra hesar dagarnar í Hvalvík, og tað hildu teir eisini vera í fínasta slag. Ikki minst tá limir í tólvta manni samstundis høvdu verið somikið vinsælir, at teir høvdu koyrt týsku áskoðararnar ein túr king oyggjarnar.
Kenda røddin
Soleiðis varð tosað um leyst og fast, og teir vóru ikki sørt ernir, tá tosið fall inn á búnar teirra. Einki við nøkrum av gomlu búnunum. Nei, spildurnýggir búnar, sum landsliðið fyri fyrstu ferð leikti í í Basel. Og tað gjørdi tað so ikki minni skemtiligt, at ein neyðar gøtuseljari kom spákandi við bæði sveisiskum og føroyskum turrikløðum, sum hesin royndi at selja.
- We only buy original stuff. Not grams! var avgjørda svarið, sum neyðars sølumaðurin fekk omanyvir seg.
Meðan vit soleiðis sita og práta, kemur eitt kent føroyskt andlit framvið. Útvarpsmanningin var eisini farin út at strekkja beinini, nú tímarnir til dystin styttust, og eftir at hava greitt Jógvani frá, hvørjir menninir vóru, fáa teir so eisini at vita, at hetta var útvarpsmaður okkara.
- Var tað eisini tú, sum varpaði út í Landskrona á sinni, varð alt fyri eitt spurt, og tá svarið var játtandi, mundi fagnaðurin ongan enda tikið. Tað vísti seg, at hóast áhugin bert var eitt ára gamal, so høvdu hesir longu ognað sær upptøkur frá bæði sjónvarpi og útvarpi frá dystinum, og tá legendariska røddin nú eisini stóð beint fyri teimum, mátti myndatólið finnast fram.
Sjálvir skuldu teir so allir upp á myndina, so myndamaður okkara varð fyri eina løtu noyddur til arbeiðis, hóast hendan løtan mest varð ætlað sum hvíld undan dystinum.










