Máttu keypa tríggjar bátar fyri at fáa ein

Nú kemur ein av størstu línubátunum í Noregi undir føroyskt flagg. Men vágamenn siga, at teir máttu betala dýrt fyri at fáa fiskiloyvi til nýggja bátin. Og hetta er ikki fallið ´í góða jørð allastaðni sum tað sæst í grein aðrastaðni í blaðnum

Ein hin størsti línubáturin í Noregi er nú keyptur til Føroyar.

Tað eru felagið West Line í Vágum, við Tummas Jacob á Løgmansbø í Miðvági á odda, sum hava keypt frystilínubátin ?Frøyanes? úr Noregi

Báturin verður latin teimum nýggju eigarunum um hálvan annan mánaða, tvs, um mánaðarskiftið februar -mars.

Tummas Jacob á Løgmansbø vil ikki upplýsa keypspeningin, men hann sigur, at báturin er í sera góðum standi.

Hann er bygdur í 1989 til eitt felag í Ný Fundlandi, men í 1995 keyptu norðmenn hann.

Síðani hava norðmenn longt hann og gjørt hann ístand allan sum hann er fyri einar 15 milliónir.

Hann er 42 metrar langur og hevur orku at frysta 12 tons um samdøgurið.

Ætlanin er í mestan mun at avreiða í Føroyum.

Tá ið hann er komin undir føroyskt flagg fær hann navnið West Freezeer.

Hóast skipið kemur undir føroyskt flagg, skulu norðmenn framvegis eiga ein triðing í skipinum.

? Norska felagið hevur rætt til at fáa 3-5 norðmenn við skipinum, av teimum 14-15 monnunum, sum tilsamans koma at manna skipið.

? Men um norðmenn verða við, og, hvørja støðu teir skulu hava umborð, er ikki avgjørt enn, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø.


Tríggjar gamlar fyri ein nýggjan

Tað er langt ímillum at nýggj skip koma í føroyska fiskiflotan og føroyski reiðarin dylir ikki fyri, at teir eru spentir uppá hesa ætlan.

Hann sigur, at teir hava fingið øll loyvi, sum skulu til, eisini fiskiloyvi.

Men hann heldur, at fiskiloyvið hevur verið dýrt, tí fyribils hava teir verið noyddir at keypt tríggjar gamlar bátar úr flotanum fyri at fáa fiskiloyvi til hendan nýggja.

Bátarnir, sum teir hava keypt, eru Mai úr Vági, 20 tonsarin Óðin av Sandi, umframt Miðving, sum eitt annað felag hjá Tummas Jacob á Løgmansbø átti.

Fiskiorkan hjá hesum trimum bátunum svarar so dánt til fiskirokuna hjá tí nýggja línubátinum, sigur reiðarin.

Men, hvussu nógvar fiskidagar West Freeezer hevur fingið, vil hann ikki siga, tí tað er ikki endaliga avgreitt enn.

Tað einasta, hann vil siga, er, at fiskidagarnir eru so mikið fáir, at tað verður neyðugt at gera onkrar túrar út á djúpt vatn eftir longu og brosmu.

Men nettupp í fiskiskapinum eftir longu og brosmu á djúpum vatni eru norðmenn rættiliga frammaliga og hann ivast ikki í, at hetta kann verða eitt frálíkt høvi hjá føroyingum at gera seg kunnugar við hendan fiskiskapin.