Máttu aftur út um vikuskiftið at grava kava

Men tað var ikki so ringt, sum tað onkuntíð hevur verið

Hóast komið væl komið út í mai, vóru aftur boð eftir vetrarliðnum hjá Landsverki, sum mátti út um vikukiftið at grava kava og at salta vegir ymsastaðni í Føroyum, helst uppi í fjøllunum.

Landsverk sigur, at tað er als ikki óvanligt, at kavi legst heilt út í mai mánað, og at tað verður hált.

 

##med2##

Eitt nú í 2013, tá ið menn menn og maskinur máttu at grava kava so seint úti sum 23. mai, tá rættiliga nógvur kavi kom niður.

Í 2002 var seinasti hálkudagur 12. mai, í 2012 var seinasti háljudagur18. mai, í 2015 var tað 8. mai og í fjør var tað 11. mai.

 

##med3##

Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir fyrstu og seinastu hálkudagar frá ár 2000 og frameftir, eins og nakrar samansettar myndir frá kavadegnum 23. mai 2013.

 

##med4##

Myndirnar, sum eru úr Eysturoyni, hava Jákup Paula Jacobsen og Árni Jacobsen frá Landsverki, tikið.

 

##med5##