Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun, merkir øktu ferðafólkini í Føroyum betur enn tey flestu. Hann hevur áður greitt frá, hvussu ferðafólk kunnu finna upp á at taka mynd inn gjøgnum vindeyguni í húsum hansara, meðan tey sita til borðs, og annars ganga og mala í túninum hjá honum.
Í gjár bleiv ovboðið, og hann tók at enda tað ógvusliga stig, at vísa fólki úr bygdini.
- Vit vóru í túninum og arbeiddu, tá vit sóu ein bil koma koyrandi eftir vegnum móti húsunum hjá okkum. Ein tvílemba, sum nýliga hevði lembt, gekk á vegnum, og tá loypir bilførarin úr bilinum og fer at renna eftir ær og lombum, greiðir Jóhan Jógvansson frá.
Hann sigur, at hann gjørdi eitt gallróp. Tá fór bilførarin aftur í bilin, vendi og koyrdi avstað.
- Eg valdi at fara aftaná, og fekk so orðið á tey. Eg gjørdi teimum greitt, at soleiðis ber ein seg ikki at í náttúruni. Tey vardu seg við, at tað bara var skemt, men eg segði kortini við tey, at eg helt tað vera best, at tey fóru úr bygdini beinanvegin, sigur hann.
- Í dag er sama skilið. Nú ganga myndafólk, sum Visit Faroe Islands hevur fingið hendanvegin, og reka seyðin hjá mær, tí tey vilja hava júst tað røttu myndina. Hetta er blivið sum Disneyland, sigur hann, illur á málinum.
- Nokk er nokk. Vit mugu nokk læra okkum at liva við ferðafólkunum, men tað er alneyðugt, at vit fáa skipað viðurskifti. Hetta órógvar okkara arbeiði hvønn dag, sigur bóndin.
Nógv ferðafólk vitja Saksun, bæði útlendsk og føroyingar, men tað eru tey fæstu, sum soleiðis leggja eftir seyðinum.
- Tíbetur er hatta óvanligt, men kortini er gerandisdagurin hjá okkum merktur av, at fólk ikki duga at bera seg rætt at í náttúruni. Kortini, tey allarflestu eru skila- og hampafólk, og eru til at tosa við. Men vit mugu fáa skelting og gøtur gjørdar, so fólk vita, hvar tey kunnu ganga og ikki, sigur Jóhan Jógvansson.