Mátti byrja á beinkinum

Tað tóktist løgið, at ein somikið týðandi spælari, sum Rógvi Jacobsen er, varð settur á beinkin frá dystarbyrjan, tá hann sunnudagin gjørdi come-back á HB-liðnum eftir íslendsku útlegd sína. Sjálvsagt kann tað vera ein ávísur logikkur í at lata vera við at tveita ein nýggjan spælara inn á vøllin alt fyri eitt. Serstakliga, soleiðis at sleppast kann undan at traðka á aðrar spælarar, sum hava gjørt tað gott.
Men fyrst og fremst, so eru aðriri spælarar, sum als ikki hava gjørt tað serliga gott fyri HB seinasta mánaðin. Og tað var eisini sjónligt, nú Mortan úr Hørg byrjaði á beinkinum. Og har til finst neyvan ein tann einasta HBari, sum vildi tikið sær tykni av, um Rógvi byrjaði millum teir fyrstu ellivu. Og so er Rógvi ikki nakar ókunnugur maður í HB. Hann var ein sera týðandi partur av liðnum, sum vissaði sær trý gullmerki á rað. Hann er fullari venjing, og hann hevur royndirnar, sum kundu verið við til at lyft heldur óroynda HB-liðið uppaftur. Og at Rógvi eftir bara 35 minuttir á vøllinum varð valdur sum dagsins spælari, sigur helst eisini nakað um, at áskoðararnir vóru fegnir at fáa hann aftur.
HB-venjarin valdi tó at halda fast um prinsippini sunnudagin, men tað líktist fyri tað nógva eini skeivari avgerð. Men hvussu var og ikki, so slapp hetta at blíva ein hypotetiskur spurningur, tá Mortan úr Hørg í yvirtíðinin stútaði HB aftur á sigurskós.