Fríggjadagin 11/11 gevur ein av Føroya best umtóktu bólkum eina nýggja fløgu út. Og í hesum sambandi verður móttøka í Miðlahúsinum.
Fløgan ber heitið Kom við mær, og hevur 11 sangir. Ein teirra liggur á YouTube, og ber heitið Eg drepi meg sjálvan. Lagið hevur verið alment í 18 dagar, og longu nú hevur verið lurtað eftir lagnum 2.750 ferðir.
Móttøka verður í Miðlahúsinum kl.15.00, har høvi verður at hoyra og keypa fløguna.
Sama kvøld verður Hvonn Live sendingin hjá Rás2 á skránni, har Páll Finnur Páll eru gestir. Her práta teir um nýggju fløguna, og spæla nøkur løg, eins og ummælarar og samfelagskritikarar siga sína hugsan um tónleikin.
Haraftrat vitja tveir politikarar á Hvonn, har kjakið skal snúgva seg um, hvørt teir fúlu sangirnir hoyra heima í føroyskum útvarpið.
Fyrsta konsertin hjá bólkinum eftir fløguútgávuna verður í TB-húsinum á Tvøroyri, har Páll Finnur Páll spæla leygarkvøldið 12/11.