Hotel Eiði hevur fingið nýggjar eigarar. Tað eru tey fimm: Malan Rubeksen, Herjón Olsen, Jóhan K. Joensen, Tummas Súni Joensen og Anfinn Kruse á Eiði, sum hava keypt hotellið. Malan Rubeksen er úr Havn, meðan hinir fýra eru av Eiði.
Nógv fólk vóru møtt til móttøkuna mánadagin 15. mai, bæði eiðisfólk, fólk sum arbeiða í ferðavinnuni og kommunu- og landsmyndugleikar.
Móttøkan byrjaði við at ein av eigarunum, Malan Rubeksen, beyð øllum at vera vælkomin, síðan vórðu røður hildnar av Tordi Niclasen, borgarstjóra (í farloyvi) á Eiði, Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, og
Johan Restorff, fyrrverandi hotelleigara.
Ein av eigarunum, stjórin Herjón Olsen, sigur, at hotellið letur upp alment ein av fyrstu døgunum. Í løtuni verða tær seinastu fyrireikingarnar gjørdar.
Hotellið skal verða fyri øll. Miðað verður ímóti at tey rørslutarnaðu skulu hava eins góðar møguleikar og øll onnur at koma runt í húsinum.
Málið er at brúka hotellið til nógv ymisk tiltøk og at skipa fyri nógvum ymiskum sum t.d. føroyskum kvøldum, har einans føroyskur matur er á skránni, og øðrum líknandi tiltøkum.
Annars verður hotellið opið frá tíðliga á morgni við mogunmati, síðan verða kaffi og køkur at fáa allan dagin. Á middegi verður døgurði, og um kvøldið verður heitur matur fáa sum t.d. búffar, steikir og fiskarættir til umleið kl. 22.
Hotel Eiði varð bygt í 1983 av Hans Petur Poulsen, sum rak hotellið í nógv ár.
Hotellið, sum er í trimum hæddum, hevur 12 dupult- og 4 einkultrúm.
Harumframt er eisini fundarrúm til umleið 40 fólk. Í matstovuni rúmast vanliga 80 fólk, meðan tað ber til at dekka til 120 fólk til veitslur o.a.
Hotellið liggur væl fyri við góðum útsýni yvir bygdina og suður gjøgnum Sundalagið.
Í løtuni verður arbeitt við at gera faldarar og heimasíðu, har fólk kunnu síggja hvat vit hava at bjóða, sigur Herjón Olsen, stjóri á Hotel Eiði.