Í dag verður móttøka í nýggja Fast handlinum í Skálabotni, har limir úr Frændur koma at signera sína nýggju fløgu. Í sambandi við at Statoil hevur skift navn til Effo, verður eitt spildurnýtt handilskonsept presenterað, ið verður kallað Fast. Hans Waag, søluleiðari hjá Effo, sigur, at Fast er eitt serligt handilskonsept, sum teir hava ment, nú teir hava skift samleika. Talan er um eitt konsept við neyvt útvaldum vørusegmenti, útbúnum starvsfólki og serligum denti á skjóta og góða tænastu.
Limir úr Frændum vera tilstaðar undir móttøkuni, sum verður frá kl. 15-17, har teir fara at signera fløgur. Útvarpsstøðin Rás2 sendir beinleiðis frá nýggju Fast-caféini í Skálabotni, har ymiskar kappingar verða á skránni.