Eftir at hava hildið til í Lucas Debesargøtu í Havn í nøkur ár eru Kommunusamskipan Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya flutt í nýggj hølir í R.C. Effersøesøtu saman við Barnaverndarstovu Føroya.
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hevði eina framløgu har hann m.a. segði frá søguni um teir tríggjar stovnarnar, sum nú halda til í snotiligt innrættaðu húsunum í R.C. Effersøesgøtu, sum eru bygd um til endamálið. Jacob Vestergaard landsstýrismaður helt eisini talu undir móttøkuni.
Kommunubólkurin, seinni býarfelagið, var stovnaður í 1992. Endamálið var fyrst og fremst at finna eina loysn á skuldarspurninginum hjá kommununum. Formaður var Páll Vang, borgarstjóri á Tvøroyri. Limir vóru borgarstjórar í størri kommununum.
Tað vóru góðu royndirnar av óformliga samstarvinum um býarfelagið, ið gjørdu, at Klaksvíkar og Runavíkar kommuna við Jógvani við Keldu og Jákupi Lamhauge á odda tóku stig til at skipa KSF, hetta var formliga uppá pláss í 1999. Havnin, Tvøroyri, Fuglafjørður og Vágur, sum eisini høvdu verið í býarfelagnum,A avgjørdu at fara við í KSF
Eitt av aðalmálunum var, at kommunurnar skuldu vera ein konstruktivur viðspælari í at smíða lógir og í øðrum samfelagsbroytingum. Eitt annað var at arbeiða fyri at fáa uppgávur og kvalifiseraði størv út til kommunurnar, og harvið menna øll økini kring landið.
Fysti skrivarin í KSF var Kári Thorsteinsson (2001-2002), síðan var tað Halla Hansen, ið var skrivstovufólk í 2002. Síðan 2003 hevur Ingibjørg Berg verið leiðari, og Bárður Larsen hevur verið settur sum løgfrøðisligur ráðgevi frá 2005.
Barnaverndarstova Føroya var stovnað í einum sáttmála millum kommunufeløgini. Formenninir í kommunufeløgunum hava evstu ábyrgd.
Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya varð sett á stovn við avtalu millum bæði kommunufeløgini. Felagið hevur egnar viðtøkur og sína egnu nevnd við trimum umboðum úr hvørjum felag. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn er formaður og Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági er næstformaður.
Rodmundur endaði framløguna við at siga Tað er enn mín vón at vit sum kommunufelagsskapur kunnu samstarva um at styrkja og menna okkum saman, og vera við til at ávirka tey mál, sum hava týdning fyri liviumstøðurnar hjá okkara kommunum og fólkinum har býr - tað er endamálið. Vit síggja okkum sjálvi sum viðspælarar í einum stórum samfelagsliði, har vit saman við landsmyndugleikum og øðrum felagsskapum arbeiða fram ímóti sama máli At taka rættar avgerðir, so Føroyar verða eitt gott land hjá okkara fólki at búleikast í.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$