Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu fingu eina hjartaliga móttøku á bryggjuni í Skopun í dag, nú Løgtingið hevur samtykt fast samband um Skopunarfjørð Nógv fólk var komið saman á bryggjuni í Skopun at taka ímóti teimum báðum tingmonnunum. Millum annað vóru allir barnagarðarnir í Sandoynni á bryggjuni og tóku ímóti.
Gerhard Lognberg sigur við Kringvarpið, at samtyktin í Løgtinginum kveikir vón, og at fólk fara at seta búgv í Sandoynni.
Páll á Reynatúgvu sigur, at hann er takksamur fyri tað, sum er hent í dag og vísir á, at í summar var frammi, at ætlanin skuldi útsetast.










