Móttøka fyri nýggja landsstýrismanninum

Seinnapartin mánadagin var móttøka í Tinganesi, í sambandi við at Jørgen Niclasen er tilnevndur landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Hóast illveður var seinnapartin mánadagin, leitaðu nógv fólk út í Tinganes at heilsa upp á nýggja landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Jørgen Niclasen er 29 ára gamal, og hevur verið við í politikki í nógv ár. Han tekur við eftir John Petersen.

Tað var drúgt hjá Fólkaflokkinum at velja landsstýrismannin, men at enda samdust teir í Fólkaflokkinum um, at Jørgen Niclasen var besta boðið. Hann hevur verið formaður í vinnunevndini í valskeiðnum undan hesum, og hann var formaður í fíggjarnevndini nú at fór í Tinganes.

Jørgen Niclsen er giftur Annelenu og tey eiga tvey børn. Hann er úr Sørvági og hevur umframt at virka sum tingmaður í nógv ár, eisini verið leiðari á einum fiskavirki í heimbygdini.

Sosialurin royndi at fáa samband við nýggja landsstýrismannin í gjár, men tað eydnaðist ikki. Dagur hansara var fullsettur longu fyrsta dagin í nýggja starvinum.