Móttøkan í Skálanum var væl fyriskipa og hugnalig og nógv fólk nýttu høvið at heilsa upp á føðingardagsbarnið, bæði viðskiftafólk, samstarvsfelagar, vinir og kenningar.
Sum virkin ídnaðarmaður er Einar komin at kenna nógv fólk. Hann hevur annH verið í fleiri nevndum, eitt nú hevur hann verið í nevndini fyri seym og galvaniseringsvirkið Rógv, í nevndini fyri Smyril Line, í Føroya Ídnaðarfelag og í Føroyagrunninum.
Síðan 1970 hevur Einar verið stjóri á Føroya Bjór. Í hansara leiðslutíð hevur bryggjaríið ment seg frá einum minni virki til eitt nýmótans ídnaðarvirki. Í dag eiga teir størsta partin av øl- og sodavatnsmarknaðinum í Føroyum.
Føroya Bjór ein langt yvir hundrað ár gomul fyritøka, og tað er triðja ætarlið, sum nú rekur fyritøkuna.