Tað, sum nú fer fram, er meiningsleyst.
Tað heldur Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.
Hon var ein av teimum trimum løgtingslimunum, sum kærdi Jørgen Niclasen fyri Landsstýrismálanevndini.
Men nú nevndin er komin til eina niðurstøðu, ásannar Kristina Háfoss, at niðurstøðan er bæði ullint og mótstríðandi.
Og hon heldur, at nú má broyting koma í, tí tað, sum nú fer fram, er meiningsleyst.
Bæði og …
Kristina Háfoss vísir á, at orsøkin til kæruna var, at í heyst legði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eina fíggjalóg fyri Løgtingið ið víkti munandi frá samtyktu fíggjarkørmunum fyri 2013.
Í niðurstøðuni staðfestir landsstýrismálanevndin, at tað eru greiðar ábendingar um, at løgtingssamtyktir eru rættiliga bindandi, tá ið tær eru ein fylgja av eini lóg, í hesum føri játtanarlógini, sum játtanarkarmar verða gjørdir eftir.
Nevndin sigur eisini, at broytingar kunnu góðtakast í ávísan mun, tá ið talan er um væl grundaðar og sakligar broytingar, sum byggja á, at fortreytirnar eru munandi broyttar.
Sum dømi upp á broyttar fortreytir er, at málsøki kunnu verða flutt frá einum landsstýrismanni til ein annan, heilt nýggj viðurskifti kunnu koma fram í ljósmála, ella at tað vísir seg, at inntøkumetingarnar ikki halda.
Kristina Háfoss sigur, at onki av hesum eru orsøkirnar til, at landsstýrið kom við eini fíggjarlóg, ið víkti munandi frá fíggjarkørmunum.
- Kortini kann Landsstýrismálanevndin ikki koma til eina niðurstøðu ið staðfestir at hetta ber ikki til, sigur Kristina Háfoss.
Tvørtur ímóti staðfestir nevndin, at tað kann ikki ávísast, at brot er framt á sjálva játtanarlógina.
- Sostatt er niðurstøðan, at hóast framferðin hjá Jørgen Niclasen ikki er í lagi, so er hon kanska ílagi kortini, staðfestir Kristina Háfoss turrisliga.
Hon sigur, at tískil kann hon bara kom til tvær niðurstøður.
Onnur niðurstøðan er, at skulu fíggjarkarmar, Løgtingið samtykkir á vári, ikki haldast í fíggjarlógini, ið verður løgd fyri Løgtingið á heysti, eigur Løgtingið sum skjótast at gevast við at viðgera fíggjarkarmar, í hvusssu so er soleiðis, sum skipanin nú er.
Hin niðurstøðan er, at Landsstýrismálanevndin, ið er mannað við tveinum umboðum úr samgonguni og einum úr andstøðuni, kann ongantíð verða eitt veruligt amboð hjá løgtingsfólkum, til at hava eftirlit við landsstýrinum.
- Nevndin gevur eina skeiva fatan av, at talan er um eina veruliga eftirlitsnevnd.
- Tí eigur skipanin við Landsstýrismálanevndin at verða avtikin, í hvussu so er, soleiðis sum skipanin nú er, sigur Kristina Háfoss.
LES EISINI GREINUNA: Jørgen Niclasen breyt ikki lógina