Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú latið úr hondum frágreiðingina um flyting av veiðiloyvum frá línuskipum til uppsjóvarskip.
Málið hevur fingið drúgva umrøðu og Høgni Hoydal segði, at hann vildi savnað alt tilfar saman frá pørtunum, Vørn og Fiskimálaráðnum, fyri síðan at koma við eini frágreiðing.
Í stuttum eru niðurstøðunar hjá Høgna Hoydal hesar:
- Talan hevur verið um vantandi greiðar niðurstøður, uppfylging og felags fatan í fyrisitingini hjá Fiskimálaráðnum, eftir at álitið frá Løgtingsins Umboðsmanni í tí sonevnda makrelmálinum kom í desember 2014.
- Innanhýsis í Fiskimálaráðnum er ikki gjørd greið og endalig niðurstøða um, hvussu niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni í desember 2014 skal gjøgnumførast.
- Hinvegin hava partarnir í fyrisitingini havt ymsar fatanir og í summum førum mótstríðandi fatanir, uttan at mannagongdir og tulkingar eru samskipaðar.
- Ein partur av hesum liggur í tíðini, áðrenn eg tók við sum landsstýrismaður, sum greitt verður frá niðanfyri.
- Ein annar partur av hesum liggur í tíðini, eftir at eg tók við sum landsstýrismaður, sum greitt verður frá niðanfyri.
- Talan er um viðurskifti, ið ikki eru nøktandi.
- Øll neyðug stig verða tikin til at rætta mistøkini, eftirmeta fyrisitingina og gera neyðugar broytingar.









