Mótrokningin millum hjún og lummapengaskipanin skulu burtur

Vegna Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin hava Hans Pauli Strøm, Jákup Mikkelsen og Karsten Hansen lagt uppskot fram um at taka burtur mótrokningina í viðbótini til fólkapensjónina millum hjún.

– Vit hava boðið umboðum fyri hinar flokkarnar at verða við. Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum hevur síðani boðað frá, at hann tekur undir við málinum, siga teir tríggir løgtingsmenninir í tíðindaskrivi.

Teir siga víðari, at teir eru limir í Trivnaðarnevndini, har pensjónsmálið hevur verið til viðgerðar, og vóru eisini limir í politiska pensjónsbólkinum.

– Fyri nøkrum vikum síðani tosaðu vit um møguleikan at leggja hetta málið fram, hóast tann samlaða pensjónsnýskipanin ikki er komin framaftur. Tað kom tí óvart á okkum í gjár, at ein einstakur tingmaður, Bjørn Kalsø, ið ikki situr í Trivnaðarnevndini, knappliga tekur málið úr nevndini og leggur tað fram fyri seg sjálvan og ikki so frægt hevur sín egna flokk við. Vit leggja tí hetta málið fram, so sum ætlað. Munurin millumm okkara uppskot og tað hjá Bjørn Kalsø er ongin, uttan at uppskotið hjá Bjørn ikki er fíggjað, men kostnaðurin upp á 2 mió. kr. skal fáast við sparingum í Nærverkinum. Í okkara uppskoti er fíggingin í, at vit samstundis skulu samtykkja annað uppskot, ið liggur í Trivnaðarnevndini, sum hevur størri meirinntøkur við sær, enn útreiðslan av at taka mótrokningina burtur. Tað uppskotið snýr seg í stuttum um at fara frá skipanini, við at fólkpensjónin hjá pensjonistum, sum búgva á røktarheimum, verður inndrigin, og tey ístaðin fáa sonevndar lummapengar. Við uppskotinum skulu tey fáa sína fullu pensjón, og so gjalda fyri seg, siga Hans Pauli Strøm, Jákup Mikkelsen og Karsten Hansen í tíðindaskrivinum.