Mótmæltu Russlandi í Reykjavík

Umleið 50 fólk vóru í dag uttan fyri russisku sendistovuna í Reykjavík og mótmæltu, at russisku myndugleikarnir hava havt kvinnuliga tónleikabólkin Pussy Riot sitandi í varðhaldi teir seinastu tríggjar mánaðirnar.

Løgreglan var komin á staðið, áðrenn mótmælistiltakið byrjaði, men løgreglan legði ikki uppí, fyrr enn nøkur mótmælisfólk tóku flaggið uttan fyri sendistovuna niður og tóku húsanummarið burtur. Ein maður varð tikin.

Íslendsku fjølmiðlarnir skriva, at starvsfólkini á sendistovuni hildu seg innandura, men at tey bóðu løgregluna um hjálp, tá flaggið bleiv tikið niður.