Meira tolsemi og betri fatan av teimum sinnislíðandi og teirra kæru. At skapa betri bústaðar-, ítrivs- og verkamøguleikar. At fyribyrgja sálarsjúkum. Og at fáa føroyingar at styðja arbeiðið fyri sinnisveikum.
Hetta er endamálið við Sinnisdegnum í Føroyum. Dagurin verður hildin fríggjadagin í sambandi við, at alheimsheilsustovnurin hjá Sameindu tjóðum, WHO, hevur kosið 10. oktober at vera sálarheilsudag.
Hetta er fyrstu ferð, at dagurin verður hildin í Føroyum, men hann hevur verið hildin í øðrum londum í tíggju ár. Felagið Sinnisbati nýtir høvið at varpa ljós á støðu teirra sálarsjúku í Føroyum og skipar fyri tiltaki við heitinum »Gevið sinninum gætur«.
? Vit í Sinnibata hava valt at leggja dent á hetta evnið og á støðu teirra sálarsjúku í Føroyum sum heild. Øll kunnu vera rakt av sálarveikleikum og sálarsjúku, summi tíðliga og onnur seinni í lívinum. Tí eiga vit øll, bæði ung og fólk í bestu árum, at hava hugtakið »eitt sunt sinni« frammarlaga í huga hvønn dag og hugsa um tey, sum eru rakt av hesi sjúku og teirra kæru, sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata.
Í sambandi við Sinnisdagin verður kravgonga. Hon fer úr Norðurlandahúsinum kl. 14.30. Gingið verður oman á Vaglið, har forkvinnan í Sinnisbata og sálarlæknin Tórmóður Stórá halda røður. Aftaná verður opið hús við pallborðsfundi og drekkamunni í Platformi, har Jóhan í Kollafirði hugleiðir um støðu teirra sálarsjúku.











