Mótmælini í Iran kravt átta mannalív

Mótmælini aftan á forsetavalið í Iran halda fram. Í nátt doyðu sjey fólk í einum álopi á eina herstøð. Sostatt hevur ófriðurin kravt átta mannalív nú Viðhaldsfólk hjá Mirhossein Mousawi sýta framvegis fyri at viðurkenna, at Mahmoud Ahmadinejad vann iranska forsetavalið um vikuskiftið.

Tíðindastovurnar skriva, at mótmælisfólk royndu at søkja at einari støð hjá herinum í nátt, og at sjey fólk lógu eftirá. Eitt mótmælisfólk doyði av skotum í gjár.

BBC sigur, at umleið tvær milliónir fólk vóru í gøtunum í gjár og mótmæltu valúrslitinum, og í Teheran vóru mótmælisgongurnar tær størstu síðani 1979.

Mir­hossein Mousavi segði í gjár, at hann er til reiðar at rinda tað, sum tað kostar at fáa sannleikan fram.