Yvirskriftin er sera óheppin, sæð frá sjónarmiði Sinnisbata, sum umboð fyri sinnisveik og ?sjúk fólk og teirra avvarðandi, tí greinin gevur beinleiðis ljóð fyri, at nevnda øl frá Restorff er gott fyri sinnið.
Hetta meta vit verða eina villeiðandi orðing.
Yvirskriftin og innihaldið í greinini kann elva til at fólk, sum eru sinnisveik trúgva greinini og fara at keypa ølið, tí ætlanin við tíðindaskrivinum er júst ein reklama fyri at fáa fólk at keypa ølið. Fyri fólk sum taka heilivág kann vera beinleiðis skaðiligt at taka inn rúsandi løg.
Psykiatrisku deildirnar hava mangan verið ovbyrðaðar av at viðgera fólk, sum eru innløgd, tí tey fingu herðindi vegna øl- og rúsdrekkanýtslu.
Sinnisbati vónar at Sosialurin, sum er kendur fyri at vera ein ábyrgdarfullur fjølmiðil, tekur hetta skriv til eftirtektar og ansar betur eftir í framtíðini.