Mótmælini í Norðurafrika og Miðeystri hava nú breitt seg til Libya. Í hvussu er skriva tíðindastovurnar frá eygnavitnum og lokalum fjølmiðlum, at mótmælisgongur hava verið í býnum Benghazi, og at samanbrestir vóru millum mótmælisfólk og løgregluna.
Sagt verður, at løgreglan skjeyt við gummikúlum og brúkti vatnkanónir og táragass ímóti mótmælisfólkinum.
Eygnavitni siga fyri BBC, at umleið 2.000 fólk vóru uppi í mótmælistiltøkunum, og at tey mótmæltu, at myndugleikarnir hava handtikið ein sakførara, sum hevur funnist at landsins leiðslu.
Ein almenn sjónvarpsstøð í Libya sigur, at nógvastaðni kring landið hava fólk skipað fyri tiltøkum fyri at styðja landsins leiðara, Muammar Gaddafi.