Mótmæla valinum í Meksiko

Fólk í tíggjutúsundatali vóru í í gøtunum í Meksiko Býi í gjár og mótmæltu, at Enrique Pena Nieto vann forsetavalið fyri átta døgum síðani.

Mótmælisfólkið legði Enrique Pena Nieto undir at hava svikað valdagin við at keypa atkvøður í stórhandlum og aðrastaðni. Harafturat er illgruni um, at hann rindaði teimum størstu sjónvarpsstøðunum pengar fyri at fáa jaliga umrøðu frá teimum.

Fríggjadagin staðfesti ein óheftur eftirlitsstovnur, at Enrique Pena Nieto vann forsetavalið, men annar taparin, Manuel Lopez Obrador, sýtir fyri at viðurkenna úrsltiið.